Tingfólk gera seg júst nú til at lurta eftir løgmanni.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, heldur nú klokkan gott 13 sína fyrstu ólavsøkurøðu. Tað ger hann beint eftir, at Páll á Reynatúgvu, tingformaður, hevur sett tingið í nýggju tingsetuni.
Tingfundirnir byrja í næstu viku, har fyrst umrøða verður av ólavsøkurøðuni og síðani orðaskifti um fiskidagarnar. Uppskotið frá landsstýrismanninum við fiskivinnumálum hevur skotið upp, at fiskidagatalið verður skorið við 15 prosentum í mun til í verandi fiskiári.