Nú verður tingast um landsliðsvenjaran

Sosialurin avdúkaði seinnapartin í gjár, hvørjir tríggir venjarar skulu vigast og viðgerast, nú starvsnevndin í Fótbóltssambandinum situr kring fundarborið og viðgerð landsliðsvenjaraspurningin.

 

Skal tað vera danski Flemming Serritslev, sum hevur drúgvar royndir innan landsliðsarbeiði í Danmark og serstakliga góða venjaraútbúgving?

Skal tað vera serbin við íslendska passinum Luka Kostic, maðurin sum krevur nógv av sínum leikarum, men samstundis hevur ógvuliga góð úrslit at vísa á, og sum hevur vant íslendsk ungdómslandslið?

Ella skal tað vera Colin Calderwood, fyrrverandi Premier League-leikari og skotskur landsliðsleikari, sum millum annað hevur vant eykaliðið hjá Tottenham og verið høvuðsvenjari hjá Nottingham Forest?

 

Á Portalinum í dag eru nógvar og ymiskar søgur um ymsu venjararnar. Nú Fótbóltssambandið viðgerð venjaraspurningin er greitt, at knappliga 2000 lesarar hjá Sosialinum og Portalinum hava sagt sína hugsan um venjaraspurningin.

61 prosent ynskja Colin Calderwood, 21,8 prosent ynskja Flemming Serritslev og 17,2 prosent ynskja Luka Kostic.

 

Hvør skal gerast landsliðsvenjari?

TRÝST HER FYRI AT ATKVØÐA