Nú verður talan um rætta finalu

B36 hevur fingið tríggjar útisetar at styrkja um liðið, og báðir venjararnir rokna við tættari uppgerð, tá ið bestu kvinnuliðini bresta saman seinnapartin

Klokkan trý seinnapartin í dag bresta B36 og KÍ saman í kvinnufinaluni, sum verður á Tórsvølli. Talan er um tey bæði liðini, sum eru ovast á støðutalvuni í landskappingini. B36 hevur styrkt um liðið við trimum spælarum, sum áður hava spælt í B36, og sum nú búleikast á flatlondum, har tær eisini spæla fótbólt. Talan er um Sólvá Joensen, Rakul N. Joensen og Mariu Vang.
- Spælararnir hava ynskt at fáa hesar at hjálpa til, og tí havi eg eftirlíkað. Allar hava vant saman í vikuni, og vit trúgva uppá, at tað hesa ferð verður møguleiki at geva KÍ góða mótstøðu, sigur Jacob Thomsen, sum er venjari hjá B36.
Í før var talan um moralsku finaluna, tá ið B36 og KÍ hittust í hálvfinaluni. Í Gundadali endaði tað málleyst, og í Klaksvík vann KÍ 3-1. Finalan hjá KÍ ímóti EB/Streymi var avgreiðslusetningur.
- Halltóra Joensen, sum er vandamikil álopsspælari, hevur verið nógv skaðaplága, men nú er hon betri fyri. Harmuligt er tað, at Elsubeth Jónsson er so nógv plágað av skaða í knænum. Hon er annars fínur spælari. Men tað verður torført at vinna á KÍ. Tær eiga nógvar fínar spælarar, og tær eru vandamiklar frammanfyri málinum. Okkara skulu vera savnaðar um uppgávuna alla tíðina. Ella fer tað als ikki at bera til. Tað sóu vit, tá ið vit taptu 4-2 ímóti teimum í Gundadali. Í Klaksvík gekst betri, tí tá endaði tað 1-1 í landskappingini, sigur Jacob Thomsen.
KÍ hevur vunnið steypakappingina fimm tey seinastu árini. KÍ venjarin, Jón Harald Poulsen, hevur gott mót.
- Eg vænti, at mótstøðan verður stór, og eg haldi, at tað er ein fyrimunur hjá okkum, at spælararnir hava so nógvar royndir frá týdningarmiklum dystum, bæði heima á landi og í Europa Cup og á landsliðnum. Vit hava hoyrt, at tær hava styrkt um liðið. Tað hava vit eisini fleiri ferðir áður upplivað í steypafinalum, tá ið HB hevur styrkt seg, men ofta hevur tað kortini hilnast væl hjá okkum.
Eru tit væl fyri?
- Una Olsen og Birgith Ryan hava verið skaðaplágaðar. Um tær vera førar fyri at spæla, fáa vit at síggja undir venjingini í kvøld, segði Jón Harald Poulsen á middegi í gjár.
KÍ venjarin vónar, at trúgvu áskoðararnir fara at fylgja teimum í Gundadal. Liðið ger ikki stórvegis hóvasták burturúr, hóast talan er um finalu.
- Vit fara úr Klaksvík so seint, sum tað ber til. Vit ætla at koma í Gundadal ein stóran tíma undan dystarbyrjan. Í staðin fyri at bíða í Havnini eru royndirnar hjá okkum, at tað er best at vera við hús so leingi, sum tað ber til, og so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at roynast hesa ferð, sigur KÍ venjarin, sum gleðir seg at dystast ímóti góðum B36 liði, sum saman við KÍ eigur nógv tann størsta partin av landsliðnum, sum í næstu viku fer til Hetlands at kappast á Oyggjaleikunum.
- Tað halda vit í Klaksvík er nógv hugaligari, enn tað hevur verið, tá ið tað frammanundan næstan hevur verið greitt, at vit fóru at vinna.