Nú verður tað ásett við lóg, at alifiskur, sum er aldur í Suðuroy, skal eisini virkast í Suðuroy. Tað er greitt, nú Poul Michelsen hevur sent eina kunngerð til hoyringar um virking av alifiski í Suðuroy.
Og eftir øllum at døma er ætlanin at lýsa kunngerðina rættiliga skjótt, tí freistin at gera viðmerkingar til kunngerðina er bara ein góð vika, og kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd-
Tað er Bakkafrost, sum hevur alingina í Suðuroy og eftir kunngerðini fáa tey eitt hálvt ár at fáa viðurskiftini í rættlag, tí 1. januar skulu treytirnar í kunngerðini verða gingin á møti
Og treytin er, at alifiskur, sum er aldur á firðum í Suðuroy skal eisini virkast í Suðuroy. Og tá ið hugsað verður um at virka alifiskin, skal tað skiljast við blóðging, kryvjing og pakking av heilum rundum fiski, antin ísaðum ella frystum.
Men tað eru kortini onkur undantík, tí taka serliga støður seg upp, sum Bakkafrost ikki er harri yvir, og sum tað ikki ber til at forða fyri, kann alifiskur úr Suðuroy førast aðrastaðir at verða virkaður.
Og í sambandi við sjúku, og sjúkufyribyrgjandi tiltøk, eitt nú fyribyrging og niðurberjing av lús á laksi, kann Landsdjóralæknin áleggja, at fiskur verður virkaður aðrastaðni enn í Suðuroy. Hetta kann verða gjørt í førum, har tað er neyðugt at taka stórar nøgdir upp á so stutta tíð, at virki í Suðuroy ikki hava orku at virka fiskin.