Nú verður tað álvari í steypakappingini

Løgmanssteypið: Nógvur fótbóltur verður á skránni komandi dagarnar, tá greiða verður fingin á, hvussu liðini skulu hittast í fjórðingsfinaluni

Hóast tveir triðingar av dystunum í kappingini um løgmanssteypið skuldu havt verið fingnir frá hondini, so er framvegis óvist, hvussu liðini fara at hittast í fjórðingsfinalunum. Men nú sær tað út til ? eftir at B36 og NSÍ snávaðu og HB hálvsnávaði tíðliga í kappingini ? at øll liðini, sum í fjør stóðu seg best í landskappingini, fara at halda fram í fjórðingsfinaluni.

Teir fýra dystirnir í fjórðingsfinaluni skulu sambært skránni spælast sunnudagin 21. mai. Teir tríggir bólkavinnararnir skulu spæla á heimavølli, og næstbesta liði í bólki tvey skal eisini spæla á heimavølli.

B68 hevur uttan iva tryggjað sær fyrst plássi í bólki tvey. Tað vil við øðrum orðum siga, at teir skulu spæla á heimavølli í fjórðingsfinaluni, men harvið er ikki sagt, at uppgávan verður løtt hjá teimum.

Lutakastið hevur lagað tað soleiðis, at teir skulu spæla móti næstfremsta liðnum í í bólki eitt. Tað verður KÍ ella NSÍ.

At tað framvegis er rættuliga ógreitt, hvussu liðini skulu spæla í fjórðingsfinaluni kemst av, at fleiri dystir framvegis eru útsettir. Sunnudagin skuldu vágbingar havt verið í Klaksvík, men tann dysturin varð útsettur, tí tað var so nógvur kavi á vøllinum í Klaksvík.

Frammanundan áttu bæði KÍ og VB ein dyst á. Vágbingar hava ikki spælt í Sumba, og KÍ hevur ikki spælt í Runavík. Sambært formanninum í kappingarnevndini hjá FSF, Børga B. Hansen, so er ætlanin at dysturin millum NSÍ og KÍ skal spælast í kvøld klokkan sjey. Nær hinir dystirnir, sum eru útsettir, verða spældir, var ikki greitt í gjár. Men tað er greitt, at tað fer ikki at bera til at spæla allar teir útsettu dystirnar, áðrenn tað 2. páskadag verður farið undir landskappingina.

Eingin trupulleiki verður at fáa dystin millum Sumba og VB avgreiddan. Stóri trupulleikin verður at finna pláss fyri dystinum millum KÍ og VB.


Síðstu dystirnir

Sambært skránni eru dystir í bólkaspælinum á skránni bæði skírisdag og páskaaftan. Veðurvánirnar hava ikki verið nakað serligar. Hann hevur tosað um høgætt og kava, men um veðrið, sum var í gjár, verður í skírishalguni og heldur sær til leygardagin, so verða eingir trupulleikar.

Dystirnir skírisdag eru hesir: Bólkur 1: KÍ?Sumba og NSÍ?VB, bólkur 2Ø B71?B36 og B68?ÍF, bólkur 3: HB?GÍ og FS Vágar?TB. Og páskaaftan sær skráin soleiðis út: Bólkur 1: KÍ?NSÍ og VB?Sumba, bólkur 2: B36?B68 og ÍF?B71, bólkur 3: GÍ?FS Vágar og HB?TB.


Landskappingin

Komandi vikuskifti verður fyrsta umfarið í landskappingini spælt í 1. og 3. deild. Tað verður ikki spælt í 2. deild fyrrenn annað vikuskifti.

2. páskadag er skráin í 1. deild henda: B68?FS Vágar, B36?GÍ, Sumba?VB, B71?HB og KÍ?NSÍ. Annað vikuskifti verður spælt soleiðis: FS Vágar?NSÍ, B68?B36, GÍ?Sumba, VB?B71 og HB?KÍ.

Tað hevur verið ætlanin at fáa kappingarskipanina út í hesi vikuni. Arbeiðið verður gjørt á Estra í Gøtu, og í FSF vóna tey, at hon verður send út til feløgini í dag.