Nú er tað loksins veruleiki, at ein føroysk veðurstova verður sett á stovn. Løgtingið hevur játtað pening til endamálið, og nú verður farið til verka.
Í hvussu so er í fyrstu syftu, skal nýggja, føroyska veðurstovan, halda til í Havn, á gomlu veðurstøðini oman fyri Boðanes, sigur Vørn í eini fráboðan. Veðurstøðin er umvæl hesi seinnu árini og við smáum broytingum og ábótum hann hon eisini verða høvuðsætið hjá nýggju, føroysku veðurstovuni.
Vørn sigur, at í fyrsta umfari fara tey nú at søkja eftir tveimum veðurfrøðingum, men seinni í ár verður miðað ímóti at seta deildarleiðara, umframt onnur starvsfólk.
Umframt veðurforsagnir, hevur Veðurstova Føroya ábyrgdina av føroyskum veðurmátingum til umheimin, og ætlanin er eisini at gera kanningar og at granska, og vera við í gransking hjá øðrum í samband við veðurlag, veðurlagsbroytingum, og øðrum.
Endamálið við eini føroyskari veðurstovu er eisini at fáa neyvari veðurforsagnir fyri Føroyar og at fáa betri kunning um veðrið.
Føroyska veðurtænastan varð annars yvirtikin tann 1. apríl 2009, men samstundis varð sáttmáli gjørdur við donsku veðurtænastuna, DMI, um at halda fram at veita ymsar veðurtænastur til Føroya, eitt nú veðurforsagnir, hagtøl, og annað. Veðurtænastan fyri flogferðslu er enn ikki yvirtikin, sigur Vørn.