Tað verður ofta ført fram, at bøtirnar fyri at bróta ferðslulógina, eru alt ov lágar.
Minsta bótin fyri at tosa í handhildnari fartelefon, ella fyri onnur brot á ferðslulógina, er 500 krónur, og vanliga áskoðanin er, at tað ger hvørki frá ella til.
Serfrøðingar meta, at ein so lág bót kann geva bilførarunum eina fatan av, at hetta eru lógarbrot, sum onki hava upp á seg.
Bøturnar hava staðið í stað síðani 2009, hóast lønir og prísir eru farin nógv upp síðani tá.
Víst verður eisini á, at fatanin hjá danska ríkisákæranum er, at spurningur um, hvussu nærløgd fólk eru at halda ferðslulógina, er tengdur at, hvussu stóran vanda, tey halda, at tey eru í fyri at verða tikin
Men tað er eisini tengt at, hvussu høg bótin er, og tí skal hon verða so høg, at hon er fyribyrgjandi.
Men nú kemur broyting í, tí nú fer Hendrik Old, landsstýrismaður í ferðslumálum, at leggja uppskot fyri Løgtingið, har eitt endmál er at hækka bøturnar munandi.
Eftir uppskotinum skulu bøturnar fyri at bróta ferðslulógina, tvífaldast, og hereftir skal minsta bótin sosatt vera minst 1000 krónur. Men so kunnu bøturnar hækka, alt eftir, hvussu álvarsligt lógarbrotið er.
Og eitt, sum verður mett at vera ein stórur vandi í ferðsluni, er, tá ið bilførarar tosa í handhildnari fartelefon, samstundis sum um at teir koyra bil.
Bótin fyri hetta lógarbrotið er 500 krónur, og tey flestu halda, at tað er alt ov lítið. Tey halda, at skulu bilførarar venjast av við hendan óvanan, er neyðugt at bótin er so høg, at hon ordiliga merkist hjá tí, sum skal rinda.
Danski ríkisákærin heldur, at bilførarar, sum tosa í handhildnari fartelefon ímeðan teir koyra bil, eru til so stóran vanda fyri ferðslutrygdina, at teir eiga at fáa minst 1500 krónur í bót.
Hendrik Old, landsstýrismaður í ferðslumálum, sigur í uppskotinum, hann nú fer at leggja fyri Løgtingið, at hesum er hann samdur í.