Nú verður tætt millum umførini

Næstu tvær vikurnar eru fýra umfør í næstbestu deildini á skránni

Fimta umfar í næstbestu fótbóltsdeildini verður seinnapartin. Harvið verður sjøtul settur á eitt rættiligt tørn í hesi deildini. Sætta umfar verður mikukvøldið, sjeynda umfar verður annað mikukvøld, og so verður aftur spælt annan leygardag.

 

EB/Streymur hevur fulla úrtøku undan fimta umfari. Teir næstbestu í NSÍ høvdu undan síðsta leygardegi fulla úrtøku, men í fjórða umfari vann 07 Vestur í Runavík og lyfti seg harvið fram á næstfremsta plássið. Í dag skal NSÍ royna seg við Margáir.

 

07 Vestur er á uppflytingarplássi. Vágamenn eru á veg um Skopunarfjørð. Talvan sigur, at 07 Vestur er favorittur ímóti B71, sum við sigri á Argjum síðsta leygardag vann fyrstu stigini. Í fjør var 07 Vestur eisini favorittur á Sandi, men tá endaði tað málleyst.

 

FC Suðuroy hevur vunnið tríggjar ferðir og spælt javnt á útivølli ímóti 07 Vestur. Longu klokkan 12.30 verður fyrsta bríksl í Gundadali, har Giza/Hoyvík er vertur fyri FC Suðuroy. Giza/Hoyvík hevur einki fingið burturúr tveimum teimum seinastu ferðunum. Síðsta leygardag legði liðið rygg til 5-1 tap við Margáir.

 

Tvey lið bíða framvegis eftir at vinna fyrsta stigið. Annað er HB, sum í dag eigur heimavøll ímóti grannunum í AB, og hitt er Víkingur, sum eigur heimavøll ímóti grannunum í KÍ.

 

 

Víkingur-KÍ: Bjarki Danielsen kl. 15.00

EB/Streymur-NSÍ: Eiler Rasmussen kl. 16.00

Giza/Hoyvík-FC Suðuroy: Johan Petur Michelsen kl. 12.30

HB-AB: Rúni Gaardbo kl. 15.00

B71-07 Vestur: Bent Tommy Linklett kl. 15.30

 

Støðan undan fimta umfari

EB/Streymur 12

07 Vestur 10

FC Suðuroy 10

NSÍ 9

Giza/Hoyvík 6

KÍ 6

AB 3

B71 3

HB 0

Víkingur 0