Nú verður stuttligari

Tað vóru framúr góð tíðindi fyri Atlantic Supply Base, tá oljumálaráðharrin mánadagin kunngjørdi, at Amerada Hess hevur funnið olju í føroysku undirgrundini. Nú fer útgerðarhavnin undir at fyrireika seg til vøkstur.

 

Olja

 

Á Atlantic Supply Base í Runavík hava tey síðan virksemið byrjaði havt tvær ymiskar framtíðarætlanir, tveir ymiskar arbeiðshættir og tvey ymisk úrtøkumál. Munurin er í øllum trimum førunum olja.

 

Fyri stuttum var útgerðarhavnin gearað til at vera millumstøðin millum boripallarnar og føroyska jørð í einari leitingarfasu við lutfalsliga litlum virksemi. Framtíðarætlanirnar strektu seg trý ella fýra ár fram í tíðina, tá føroyska oljuvinnan, sambært plan A, hevði verið av. Málið var, at virksemið skuldi bera seg og undir øllum umstøðum ikki enda við reyðum tølum á botnlinjuni, tá leitingarskeiðið var av, hóast einki varð funnið í undirgrundini.

 

 

 

Vistu av oljuni frammanundan

 

Men við síðuna av plan A lá plan B, ið skuldi takast fram, um eitt av leitandi oljufeløgunum kunngjørdi, at tað hevði borið við ein munandi oljubrunn. Og tað var júst tað sum hendi mánadagin, tá Eyðun Eltør kundi boða frá, at Amerada Hess hevði funnið olju í síni fyrtu royndarboring á føroyskum øki.

 

Í veruleikanum varð plan B tikin fram nakað væl áðrenn, tí leysatíðindini um oljufundið, sum hava spreitt seg við sjeymíla ferð kring alt landið, hava sjálvsagt eisini verið framvið Atlantic Supply Base fleiri ferðir, og tí var tað ikki nýtt fyri fyritøkuni, tá Eyðun Eltør ikki kundi bara sær fyri at kunngera leitingarúrslitið undir einari agetatiónsrøðu á valfundinum í Útsvarpshøllini sunnukvøldið.

 

 

 

Broytt ætlan

 

Síðan tað gjørdist greitt at hald var í leysatíðindunum um oljufundið hjá Amerada Hess, hevur støðan á Atlantic Supply Base verið fullkomuliga broytt.

 

Nú eitur tað ikki longur, at tað fíggjarliga skal mala runt, men hvussu vinningurin verður størstur. Nú strekkja framtíðarætlanirnar seg út um sjónarringin heldur enn bara trý ár fram, og nú verður farið undir at tilbúgva seg til eitt møguliga skjótt vaksandi virksemi á føroyskum keikanti.

 

? Nú verður stuttligari hjá okkum, sigur Lassi Borðoy, stjóri fyri Atlantic Supply Base.

 

Hann væntar at Amerada Hess fer undir aftur leitingarvirksemi longu í apríl ella mei mánað komandi ár, og harafturat væntar hann at hini oljufeløgini fara at vísa størri áhuga fyri føroyska økinum, eisini oljufeløg, sum ikki fyrr hava sýnt áhuga, men sum nú kanska fara at stovna partafeløg og lata upp skrivstovur í Føroyum fyri at gera seg til reiðar til annað útbjóðingarumfar.

 

? Vit vænta fyrst og fremst, at leitingarvirksemið kring Føroyar helst verður nakað størri komandi ár, men harafturat er eisini sannlíkt at oljufeløg, ið enn ikki eru inni í føroyskum viðurskiftum, fara at leita sær hendanvegin, og tá ætla vit at standa til reiðar at hjálpa teimum, sigur Lassi Borðoy.

 

Soleiðis er líkt til at Atlantic Supply Base í framtíðini ikki bert fer at leggja seg eftir at vera logistikveitari, men eisini vitanarveitari hjá oljufeløgum.

 

? Nú hava vit jú fingið uppbygt okkum nakað av vitan, og hana kunnu onnur helst fáa gleði av, so hví ikki fara undir at ráðgeva øðrum, spyr Lassi Borðoy, stjóri fyri Atlantic Supply Base í Runavík.