Nú fer tað at verða nógv strangari at drekka og at koyra bil.
Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum, fer í heyst at leggja fleiri uppskot fyri Løgtingið fyri at bøta um ferðslutrygdina.
Enn er ikki heilt greitt, hvørji uppskotini verða, tí enn eru tey ikki komin til politiska viðgerð.
Men í løtuni situr umsitingin í vinnumálaráðnum og arbeiðir við ymsum møguleikum og Bjørt Samuelsen sigur, at í øllum førum er greitt, at fleiri uppskot fara at verða løgd fyri Løgtingið í heyst.
Tað er eisini greitt, at eitt tiltak, sum landsstýriskvinnan ætlar at seta í verk, er at lækka promillumarkið.
Í løtuni er promillumarkið 0,5, men nú verður tað so lækkað.
Bjørt Samuelsen dugir ikki at siga beint nú, hvussu langt niður tað fer, men niður á 0,2 er eitt gott boð.
Tað verður í øllum førum ikki sett heilt niður á null, tí tað skal so ómetaliga lítið til, fyrr enn at rúsdrekka kann ávísast í blóðinum og tað má framvegis verða loyvt at eta ein tallerk av romm-fromasju uttan at missa koyrikortið.
Tað er onki at ivast í, at tað verður ofta hugsað um, at tað ber til at drekka eina øl, ella tvær veikar øl og framvegis koyra bil.
- Við at lækka promillumarkið, senda vit tann greiða boðskap, at rúsdrekka og bilkoyring hoyra ikki saman og at tað skal altso als ikki vera loyvt at drekka yvirhøvur, tá ið ein koyrir bil, sigur Bjørt Samuelsen.
Samstundis verður kanska eisini ásett, at tað verður null-mark fyri øðrum rúsevnum í blóðinum, tá ið ein koyrir bil.
Øll í trygdabelti
Samstundis er ætlanin at gera tað til eitt krav, at øll, sum eru í einum bili, skulu brúka trygdarbelti.
Í løtuni er støðan tann, at einasta krav er, at fólk hava ikki loyvi at sita leysa í bili uttan so, at øll trygdarbeltini eru í brúki. Tað merkir, at eru fleiri fólk í einum bili, enn tað eru trygdarbelti til, kunnu tey sita leys, bara tey ikki eru til ampa fyri bilføraran.
Men eftir nýggju krøvunum, verður tað ólógligt at hava fleiri fólki í einum bili, enn tað eru trygdarbelti til.
Men Bjørt Samuelsen sigur, at í hesum sambandi verður helst neyðugt at gera onkra tillaging fyri ikki at koma teimum, sum hava eldri bilar, í óføri, tí summir eldri bilar hava ikki trygdarbelti á baksetrinum.
Tað er eisini ætlanin at bøturnar fyri at bróta ferðslulógina, skulu verða væl hægri, enn tær eru nú, tí í løtuni verða brot á ferðslulógina sektað nógv linari í Føroyum, enn tey verða í okkara grannalondum.