Nú verður stóra Fólkaheilsurenningin kring landið

Komandi vikuskiftið verður árliga Fólkaheilsurenningin - fimta árið á rað

RENNING: Í ár verður lagt til brots í Klaksvík, leygardagin tann 6. september klokkan 14:00. Runnið verður í Havn dagin eftir, sunnudagin 7. september klokkan 13:00. Lýst verður seinni, nær Fólkaheilsurenningin verður í hinum økjunum.

- Eg eri ikki sørt errin av, at vit nú fimta árið á rað kunnu endurtaka frálíka tiltakið við Fólkaheilsurenningini. Eg fegnist um, at “dillan” við at renna, ganga ella bara røra seg, vindur upp á seg um alt landið, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum í tíðindaskrivi.

Endamálið við Fólkaheilsurenningini er ikki at kappast, men at geva øllum – yngri sum eldri – eitt gott og hugnaligt høvi at røra seg. Tað er sjálvsagt púrasta upp til tey luttakandi, um tey renna ella ganga teinin. Tað sum ræður um er at vera við.

- Við at skipa fyri Fólkaheilsurenning, ynskja vit at gera vart við týdningin av at liva sunt. Vit hava øll gott av at røra okkum eitt sindur, og tí vóni eg at síggja nógv fólk til renningina, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður.

Tað skal vera stuttligt hjá øllum at vera við, og tí verður runnið, gingið ella grulvað á tveimum teinum, einum styttri og einum longri. Allir luttakarar fáa frukt og okkurt leskiligt at drekka. Harumframt fáa tey luttakandi ein endurskinsvest við prenti á til minnis um dagin.

Tilmelding til renningina í Klaksvík fer fram á www.renn.fo. Í Havn er møguleiki fyri at melda seg til á Torginum í SMS frá hósdag til leygardag, umframt á www.renn.fo. Í Havn skal startnummar og endurskinsvestur heintast á Torginum áðrenn leygardagin kl. 16.00 ella ein tíma innan startin. Í Klaksvík skal startnummar og endurskinsvestur heintast ein tíma áðrenn startin.

Í samband við Fólkaheilsurenningina verður skipað fyri ymsum tiltøkum, har tað ber til at fáa upplýsing og ráðgeving um heilsuna.

Tað eru Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, sum saman við feløgunum fyri frælsan ítrótt – Bragdið í Havn og Treysti í Klaksvík - ið saman við øðrum stuðlum, ið skipa fyri tiltakinum.