Nú verður skjótt álvara

Fyrst í komandi ári skal føroyska manslandsliðið í hondbólti taka lut í EM-undankappingini, og nú kemur av álvara ferð á venjingarnar hjá liðnum

Hondbóltur

Landsliðsvenjarin í Hondbólti, Lars Nedergaard, hevur nú boðað frá, hvussu arbeiðssetningurin hjá hondbóltslandsliðnum verður komandi árið.

Til Grønlands
Fyrst og fremst verða tað kropsligu venjingarnar, sum fara at vera ovarliga á skránni hjá liðnum. Ikki færri enn átta ferðir fara leikararnir at savnast teir tríggjar seinastu mánaðirnar av hesum álmanakkaárinum, og hvørja ferð er talan um annað hvørt kropsliga venjing ella sonevndar testir, har staðfestast kann, hvussu úrslitið av kropsligu venjingunum hevur verið.
Talan verður tó eisini um dystir. Ætlandi skal seiansta vikan í oktober mánaði nýtast til eina ferð til Grønlands, har vónin er at taka lut í eini kapping saman við grønlendska, norska og íslendska landsliðnum. Enn er alt ikki komið endaliga upp á pláss hesum viðvíkjandi, og sum alternativ verður nevnt, at grønlendingar undir øllum umstðum eru áhugaðir í at spæla tríggjar venjingardystir.
Seinastu vikuna undan nýggjárinum er so ætlanin at spæla dystir móti ymsum samansettum liðum úr Føroyum, bæði »útlendskum« liði og pressuliðið, áðrenn sjálv EM-undankappingin verður á skránni fyrstu vikurnar í januar. Her eru Føroyar í bólki saman við Ísrael, Finnlandi og Belgia.

Víðkaður hópur
Til samans hava Lars Nedergaard og hjálparmaður hansara, Hjalmar Klein Olsen, tikið út 20 mans til komandi venjingarnar. Hetta eru nakrir fleiri, enn tað annars hava verið, men tað er at fegnast um, at eitt nú teir báðir strikuspælararnir, Bárður Brimvík og Janus Einar Sørensen aftur eru í hópinum, eins og teir tríggir, Heini Bendtsen, Lars L. Black og Sveinur Justinussen hava trokað seg inn í hópin.
Hópurin, sum venjararnir fara at arbeiða við komandi vikurnar sær annars soleiðis út:

Málverjar:
Jens SkipagøtaTeam Amager
Lars L. BlackKyndil
Johan DanielsenKyndil
Eli MüllerVÍF

Strikuspælarar:
Mortan HansenTjaldur
Kristian MadsenKÍF
Bárður BrimvíkH 71
Janus Einar SørensenKyndil

Vongspælarar:
Hans Áki Dahl-ChristiansenKyndil
Martin HummelandAjax/Farum
John ZachariassenVÍF
Regin PetersenKÍF
Heini BendtsenKyndil
Sveinur JustinussenStÍF

Bakspælarar:
Sámal JoensenVÍF
Heini JoensenDK
Ingi OlsenVÍF
Áki OlsenVÍF
Halgir Dahl-OlesenH 71
Høgni KleinKyndil