Nú verður skattaholið tipt

Higartil eru gingin fýra ár, har politiska skipanin hevur verið vitandi um stórt skattahol, sum hevur kosta milliónir av skattakrónum. Men á nýggjárinum næsta ár, verður hetta tipt. Tað ætlar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í øllum førum



Skattahol


Hóast bæði umsiting og politikkarar vóru vitandi um skattahol í kapitalvinningsskattalógini, longu áðrenn hendan varð sett í gildi, er hetta holið ongantíð tipt.
                      Í grein í Sosialinum tann 8. mars í fjør varð staðfest, at umsitingin í fíggjarmálaráðnum longu undir viðgerðini av lógini hevði víst á skattaholið, sum er nærri greinað aðra staðni her á síðuni.
                      Karsten Hansen, fyrrverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, viðgekk eisini, at politiski parturin av skipanini hevði verið vitandi um hetta. Men hann staðfesti samstundis, at politiskt hevði ikki verið gjørligt at savna undirtøku fyri at tippa hendan partin av lógini.
 
Órættvís lóggáva
Nú verður hetta tó gjørt. Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur í longri tíð arbeitt við eini ajourføring av kapitalvinningsskattalógini, og henda ajourføring skal so eisini tippa skattaholið.
                      - Tað er ein trupulleiki, sum vit leingi hava vita av, men hann hevur so ongantíð verið loystur, sigur Bárður Nielsen.
                      - Tú kanst kanska siga, at tað í lógarsmíðinum varð lopið upp um garðin, har hann var lægstur, og tað er í sjálvum sær stórt spell. Tí tað hevur havt við sær, at nógvir pengar hátt eru farnir óskattaðir gjøgnum skipanina, bara tí lóggávan gevur ein órættvísan fyrimun til teirra, sum hava átt gomul partabrøv. Ein fyrimun, sum nýggir íleggjarar ikki hava havt. Men tað nyttar lítið at gráta um spilta mjólk. Farið er farið, og hjá mær at síggja, so ræður nú um, at vit steðga hesum nú, soleiðis at sama órættvísi ikki blívur við at vera í skipanini, sigur hann.
 
Ætlaði leisturin gjøgnumførdur
Ein av trupulleikunum í eini slíkari ajourføring hevur verið, at ivamál hevur verið um, hvørt tað er at lóggeva við afturvirkandi kraft, um farið verður inn á spurningin um partabrøv, sum eru fingin til vega, áðrenn lóggávan varð smíðað.
                      Men tann spurningurin tykist nú vera avkláraður, og leisturin verður tann sami, sum fíggjarmálaráðið skeyt upp longu á heysti 2001.
                      Tann 31. desember 2006 skulu øll feløg gerast upp til eitt skattligt virði, soleiðis at tá verður sagt, at tann dagin vóru feløgini eitt ávíst krónutal verd. Og verður ognarvøkstur, sum er íkomin eftir hetta, skattaður, tá hann fellur til útgjaldingar. Líka mikið, hvussu gomul partabrøvini eru.
                      - Tað kann sjálvandi vera, at hetta inniber nakrar skeivleikar. Og í onkrum førum kann metingin væl vísa seg at verða ov høg, soleiðis at ein skattafyrimunur verður latin. Men um so er, so verður hann bara latin hesa einu ferð, og so er liðugt, staðfestir Bárður Nielsen.
 
Politiska undirtøkan
Sum vit áður hava skrivað, so staðfesti Karsten Hansen, at stóri trupulleikin tá var, at politisk undirtøka ikki fekst fyri tippa skattaholið. Men tann trupulleikan vónar Bárður Nielsen at hava loyst.
                      - Nú er málið sjálvandi ikki avgreitt, men vit havt tað fyri á landsstýrisfundi. Tað skal so eisini ummælast hjá ymsu flokkunum, men eg havi so tosað við fleiri av tingfólkunum um hetta. Og tað tykist, sum er ein vilji til staðar at fáa hetta í rættlag, staðfestir landsstýrismaðurin at enda.
                      Umframt skattaholið, so verður talan eisini um aðrar smærri tillaðingar í kapitalvinningsskattalóggávuni. Eitt nú verður tað ikki neyðugt at hava íløguvirksemi sum vinnuveg, um rentuútreiðslur til keyp av partabrøvum skulu kunnu dragast frá í kapitalvinningssjálvuppgávuni. Og hevur virki skattligt hall og vinning av fíggjarognum samstundis, kunnu hesi tøl mótroknast í framtíðini.