Nú verður Sandslíð gjørd tryggari

Í longri tíð hava nógv fólk borið ótta fyri at koyra gjøgnum Sandslíð og til bygdirnar eystanfyri á Sandoynni.

Nú eru menn frá Articon farnir undir at umvæla eitt ávíst petti, har vegurin var skrædnaður nakað undan.

Tá hetta arbeiðið er liðugt, verður tryggari hjá fólki at koyra aftur.

Kortini eru mong sum leingjast eftir eini endaligari loysn á vegasambandinum eystureftir. Hetta gerst best við einum tunli. Nær hann kemur, tað er ilt at meta um.