Nú verður sáldað niður til fýra

Lagt er upp til intensar og spennandi uppgerðir, tá ið triði síðsta umfarið í steypakappingini verður á skránni í morgin

LØGMANSSTEYPIÐ

Fjórðingsfinalan í kappingini um Løgmanssteypið stendur á skránni í morgin. Sum skilst fer tað ikki at verða spælt á Mølini, har tað síðani lutakastið eftir áttanda parts finalurnar hevur verið greitt, at EB/Streymur skuldi vera annar parturin. Um mótstøðuliðið verður VB/Sumba ella HB var ikki greitt í dag. Meðan spurningurin verður viðgjørdur og snaraður á ymsar kjálkar á skriviborðinum, verður eingin steypadystur á Eiði, skilst á øllum brøgdum.
Hinar tríggjar fjórðingsfinalurnar verða spældar í morgin, og tað er lagt upp til spennandi uppgerðir. Í steypakappingini telur tað sjálvandi mest, at sigursharrin vinnur rættin at spæla í Europa Cup. Áður var tað heiðurin og steypið, sum tað snúði seg um. HB hevur vunnið øll Løgmanssteyp, Ísafjarðarbikar og tríggjar Ísafjarðarsúlur til ognar.
Hetta Løgmanssteypið hevur tað verið spælt um síðani í 1999. Hetta er sostatt áttanda av tíggju árum, at tað verður kappast um tað, og fleiri hava gott eyga á tí. B36 og GÍ hava vunnið tvær ferðir í part, og hinar ferðirnar hava KÍ, NSÍ og HB vunnið.

B68-B36
Hetta er ivaleyst tann uppgerðin, har tað finst mest upplagdi favoritturin. B68 spældi seg í fjórðingsfinaluna, eftir at teir í brotssparkskapping móti ÍF høvdu hingið í heilt klønum tráði. Í landskappingini hevur tað gingið illa hjá B68. Nú er veteranurin og besti spælarin higartil í ár, Øssur Hansen, farin av landinum, og liðformaðurin, Arnbjørn Danielsen, varð skaddur undir venjing týskvøldið.
B36 kom við sannførandi 5-0 sigri á TB í fjórðingsfinaluna. Miðvallararnir Fróði Benjaminsen og Ingi Højsted eru báðir sundurbrotnir og kunnu tískil ikki spæla. Jákup Mikkelsen er leikbannaður, og Bergur Midjord noyddist at taka seg av vøllinum heilt tíðliga móti NSÍ. Tað verða við øðrum orðum ungu menninir, sum higartil hava staðið seg væl, sum á Svangaskarði skulu vera við til at kvalifisera B36 í hálvfinaluna.
Lassin Isaksen verður dómari millum B68 og B36.

KÍ-GÍ
Sunnudagin í ódnarveðrið endaði tað 1-1, tá ið steypavinnararnir frá í fjør vitjaðu í Klaksvík. Tá vóru ikki líkindi at spæla fótbólt. Í morgin verða fyritreytirnar fyri fótbóltsspæli ivaleyst væl betri, enn tær vóru í vikuskiftinum, og so fæst tað at síggja, hvør dugur verður í liðunum báðum.
Hjá KÍ er spurningurin, hvør hesa ferð skal royna seg í fremstu ódnini. Paul Clapson var leikbannaður sunnudagin. Fríggjadagin varð hann skurðviðgjørdur fyri meniskskaða, og hann verður ikki við í morgin. Sinisa Jovanovic var í álopinum sunnudagin. Ivasamt er, um tann royndin verður endurtikin. Aðrir møguleikar eru Steffan Kalsø, sum nú hevur bíðað leingi, og Kristoffur Jacobsen, sum spældi í tíggju minuttir sunnudagin.
Í Gøtu er lagið gott eftir javnleikin í Klaksvík sunnudagin. Allir spælararnir eru tøkir. Spurningurin er, um tað hesa ferð verður pláss fyri málskjúttanum sunnudagin, Sverra Jacobsen, ímillum teir fyrstu ellivu. Sunnudagin varð hann skiftur inn síðstu løtuna, tá ið GÍ spenti álopsbogan fyri at røkka javnleikinum.
Gøtumenn komu við 4-1 sigri á LÍF leikandi lætt í fjórðingsfinaluna.
Eiler Rasmussen verður dómari í Klaksvík.

Skála-NSÍ
Tað gongur av skriðuni í landskappingini hjá skálamonnum. Um hesa tíðina í fjør vóru teir oddalið í FORMULA deildini. Nú eru teir saman við toftamonnum á aftasta plássinum. Takið hesa ferð verður at fáa høvdið uppaftur, eftir at teir einki fingu burturúr landskappingardystinum móti ÍF mánakvøldið.
Skála megnaði akkurát at spæla seg í fjórðingsfinaluna, tá ið teir vunnu 2-1 á heimavølli móti AB. Sjálvsagt fara skálamenn at gera sítt ítarsta í morgin. Men tað er neyvan heilt við síðuna av at rokna við, at teir eisini eru farnir at hugsa um landskappingardystin sunnudagin, sum verður móti B68.
Í NSÍ eru teir fullmannaðir, og tað leypa fleiri spælarar av, sum høvdu komið væl við á øðrum liðum. Undan kappingarbyrjan søgdu teir seg miðja eftir bæði at vinna landskappingina og steypakappingina. Eftir trilvandi byrjan eru teir væl við í landskappingini. Ì steypakappingini vunnu teir 4-1 í Sørvági.
Dómari á Skála verður Páll Augustinussen.