Nú verður søkt eftir stjóra

Almanna? og heilsumálastýrið søkir nú eftir stjóra til Serstovnaøkið og Heimarøktina

Dagfinn Olsen


Almanna og heilsumálastýrið søkir nú eftir stjóra fyri Serstovnaøkið og Heimarøktina og er starvið lýst leyst til setan 1. mars 1999, ella eftir nærri avtalu.

Hetta er avleiðing av bygnaðarbroytingum í Almanna- og heilsumálastýrinum og Almannastovuni. Heimarøktin verður ikki longur partur av Almannastovuni.

Stjórin hevur fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina og hann verður við til at mynda Serstovnaøkið og Heimarøktina.

Starvið er tænastumannastarv og lønt í 36. lønarflokki. Førleikakrøvini eru m.a., at viðkomandi, ið verður settur, hevur viðkomandi útbúgving, leiðsluevnir og royndir, vitan um Almanna- og heilsuverkið og hevur góð samstarvsevni.


Freistin at søkja starvið er sett til 28.januar 1999 kl.14. Sí annars lýsing í blaðnum í dag.