Natúrfriðingarnevndin fyri Eysturoy.
Eg fari somuleiðis at takka Nátúrfriðingarnevndini fyri Eysturoy, fyri teirra skjótu viðgerð av málinum, sum teir fingu frá Landsverk 19. august. Longu 27. august varð málið viðgjørt, soleiðis at kærufreistin (4 vikur) er úti nú hósdagin, og tí harmar tað meg, at Annika Olsen, í svari til Torbjørn Jacobsen upplýsir, at Landsverk sigur seg hava sent umsóknina longu 25.juni.
Vegurin til Rituvíkar.
Fyrst í 1930unum fekk Rituvík vegasamband heim í Heiðarnar Vegurin varð lagdur eftir lendinum, og tað er hesin sami vegur, sum verður brúktur í dag, hóast Rituvík er blivin fleiri ferðir so stór sum tá, og veksur støðugt, fyri ikki at tala um øktu bilferðsluna og støddina á akførunum, so tíðin er langt síðani farin frá verandi vegi, sum snýr sær yvir til Rituvíkar.
Fyri mær hevur Rituvík og fólkið har býr altíð verið nakað serligt, og tí fegnist eg um, at vegurin til Rituvíkar nú verður gjørdur, soleiðis at fólk kann búleikast á hesum pragtfulla stað, og grundarlag aftur skapast fyri fyritøkum og virkjum, sum hevur verið eitt av eyðkennunum fyri Rituvík upp gjøgnum tíðirnar.
Í staðin fyri ein veg oman fyri Rituvík, fáa vit nú ein veg til Rituvíkar, og tað fegnist eg um, tí tað er henda veg, Rituvík hevur brúk fyri.










