Nú er Posta lýst til sølu, og Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at ætlanin er at avgreiða søluna í summar.
Tað er ein treyt fyri søluni, at Posta umsitur bæði einkarrættin og skylduna hjá landinum til at bera post út í minst tíggju ár, og við í keypinum fylgir eisini rætturin at gera og selja frímerki í 10 ár, sigur hann í eini fráboðan í morgun.
Partabrøvini verða lýst til sølu undir einum, og tað ber sostatt bert til at bjóða upp á øll partabrøvini upp á 43 milliónir
Tey, sum bjóða, skulu greiða frá, hvørjar ætlanir tey hava við Posta og hvussu tey ætla at røkja veitingarskylduna til fulnar í minst tíggju ár.
Tað fer at standa landsstýrismanninum frítt fyri at velja og vraka ímillum boðini, sum koma inn - og hann kann eisini vraka øll boðini.
– Tá ið landsstýrismaðurin metir um boðini, sum koma inn, verður -umframt prís- eisini dentur lagdur á evnini hjá keyparanum at reka fyritøkuna víðari við teimum skyldum, fyritøkan framvegis hevur, stendur í sølulýsingini.