Nú verður Norrøna skjótt liðug

Arbeiðið at dagføra og nútímansgera Norrønu nærkast nú endanum.

Norrøna er á Faynard skipasmiðjuni í Munkebo, har hon er blivin dagførd, og har er ymiskar tillagingar eru gjørdar umborð á skipinum.

Arbeiðið hevur verið í gongd síðani beint fyri jól, og tað hevur gingið væl. Sambært ætlanini fer Norrøna úr Munkebo hósdagin við kós móti Hirtshals. Síðani er ætlanin, at hon fer úr Hirtshals seinnapartin leygardagin við kós móti Havnini, her hon kom tíðliga mánamorgunin 8. mars.