Nú verður nógv lættari hjá føroyingum við álvarsamari sjúku

Nú fer tað at verða nógv lættari hjá føroyingum við álvarsomu lungnasjúkuni, cystiskari fibrosu. Higartil hava teir verið noyddur at fara til Danmarkar eina ferð um mánaðin, ella so, til kanningar, og tað kostar vanliga tveir arbeiðsdagar.

 

Tacjana Pressler, yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum sigur við tíðindini hjá TV2 í morgun, at ein avleiðing av at tað er so tíðarkrevjandi, er, at eftirlitið við øllum sjúklingum við cystiskari fibrosu, er ikki so gott, sum ynskiligt er.

 

Men nú er ein royndarverkætlan við telemedisini sett í verk, har sjúklingar fáa eitt tól heim við, har teir sjálvur máta, hvussu væl lunguni virka, umframt at teir máta blóðtrýst og annað. Upplýsingarnir verða so tøppaðir inn á eina teldu, og eina lítla løtu seinni hevur yvirlæknin teir. Sjúklingur og yvirlækni kunnu síðani hava video - viðtalu á telduni.

 

Tacjana Pressler sigur, at enn eru ikki allir tekniskir trupulleikar loystir, men tað gongur fram á og teir eru við at verða loystir. Og hon sigur, at tá ið alt virkar, sum tað skal, fer tað eisini at bera til at styrkja eftirlitið við sjúklingum við cystiskari fibrosu, tí tað verður nógv lættari við tað, at tað ikki er so tíðarkrevjandi.

 

Eisini sjúklingar í Føroyum eru við í royndarverkætlanini. Ein av teimum, Ragnar Isaksen, sigur við TV2, at tað er ein fantastiskur lætti at sleppa undan at fara til Danmarkar so ofta. Hann plagdi vera í Danmark 10 – 12 ferðir um árið, men nú skal hann bara til Danmarkar fýra ferðir um árið.

 

Hann leggur eisini stóran dent á, at tað er rættiliga smittufyribyrgjandi, at hann sleppur frá at fara í flogfar, og á Ríkissjúkrahúsið so ofta.

 

Hetta merkir, at hereftir skulu sjúklingar við cystiskari cibrosu, bara til Danmarkar fýra ferð um árið. Tey siga harafturat, at sum frá líður er endamálið eisini at bjóða øðrum sjúklingabólkum sama møguleika. Elektroniskar viðtalur vegurin fram fyri heilt nógvar sjúklingar, siga tey við TV2.