Nú verður tað nógv dýrari hjá útlendskum ferðafólki at ferðast í Føroyum. Tað staðfestur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Sum heild er rættiliga bíligt at ferðast í Føroyum, og serliga hava útlendingar undrast á, hvussu bíligt at ferðast við tyrluni. Og tað er mangan ein trupulleiki hjá fólki á útoyggj, tí tað hendir seg meiri enn so, at tey sjálvi ikki sleppa aftur og fram, tí at tyrlan er fullsett við útlendskum ferðafólki.
Tí hevur spurningurin mangan verið reistur um at hækka prísin á ferðaseðlum til útlendsk ferðafólk. Landið hevur stórt hall av samferðsluni, og nógv halda ikki, at tað er nakað høpi í, at landið skal rinda útlendskum ferðafólki studning fyri at tey kunnu ferðast bíliga runt í Føroyum.
Men nú verður ein skipan sett í verk, har tað verður munandi dýrari hjá útlendingum at keypa ferðaseðil vil tyrluni enn tað verður hjá føroyingum
Henrik Old sigur, at hann hevur havt fund við Atlantsflog og Strandferðsluna um málið og tað, sum nú liggur í kortunum, er, at tað skal vera tríggjar ferðir so dýrt hjá einum útlendingi at keypa ferðaseðil við tyrluni, sum tað verður hjá einum føroyingi. Og hann sigur, at nýggja skipanin kemur í gildið heilt skjótt.
Síðani skal spurningurin um prísin á ferðaseðlum til útlendingar við Strandferðsluni eisini takast upp, sigur Henrik Old.