Hann seldi í gjár teir tríggjar lastbilar sínar til Sp/f Dalsbøur, sum Hans Magnusen í Sandavági eigur.
Hans Magnussen hevur í fleiri ár fingist við stoyping. Hann er umboð fyri Quad Lock, sum m.a. barnagarðurin á Stórutrøð í Miðvági er bygdur við. Eisini hava teir bygt fleiri hús við Quad Lock-systeminum.
Sambært heimasíðuni www.joanisnielsen.fo fer Dalsbøur nú bæði at fáast við stoyping og hava lastbilakoyring.
Niels Joensen tók yvir lastbilarnar frá pápa sínum, Finn Joensen, fyri 35 árum síðan. Finn hevði tá havt lastbilar í 25 ár, so fyritøkan hevur fingist við lastbilakoyring í 60 ár.
Niels Joensen hevur umframt skúlabarnakoyringina, eisini rikið vallaraheimið Á Giljanesi.
- Nú fari eg at brúka meira orku í ferðavinnuni. Tað verður serliga vallaraheimið, sum eg fari at taka mær av, sigur Niels Joensen við joanisnielsen.fo.