Nú verður Marknagilsdepilin boðin út

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø hevur góðkent, at Landsverk fer at lýsa eftir áhugaðum arbeiðstakarum, sum skulu verða undangóðkendir fyri at sleppa at bjóða uppá verkætlanina.

Landsstýrismaðurin hevur havt fundir við bygginevndina, Landsverk og nevndina í Føroya Handverksmeistarafelag um útbjóðingarhátt, tíðar- og fíggjarætlan.

Partarnir eru samdir um treytirnar fyri útbjóðingini, sum skulu vera við til at tryggja, at føroyskar fyritøkur hava ein veruligan møguleika at bjóða seg fram.

Talan verða um átta stórarbeiðstøkur, umframt nakrar byggiharraveitingar.

Eftir ætlan verður farið undir at byggja skúladepilin á vári 2012. Skúladepilin skal hýsa virkseminum hjá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði, Tekniska Skúla og Føroya Handilsskúla í Tórshavn.

Samlaðu byggiútreiðslurnar eru í verklagslógini ásettar at vera í mesta lagi 391 milliónir krónur.

harafturat verður roknað við 60 mió. kr. til útgerð og innbúgv. Útreiðslurnar til og við 2010 vóru 29 mió. kr. Eftir fyribils kostnaðarætlanini verður játtanartørvurin komandi árini hesin:

2011 36,5 mió. kr.

2012 55,0 mió. kr.

2013 85,0 mió. kr.

2014 85,0 mió. kr.

2015 95,0 mió. Kr

2016 65,5 mió. kr.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2012 eru settar av 55 mió. kr., umframt 20 mió. kr., sum ikki eru brúktar í 2011. Sostatt verða 75 mió. kr. tøkar til verkætlanina í 2012. Sambært Landsverk er henda upphædd hóskandi til ætlaða byggivirksemið í 2012.

Ætlandi verður skúladepilin liðugt bygdur í 2015, soleiðis at skúlin við innbúgvi kann vera liðugur á vári 2016.