Nú verður loyvt at dansa aftan á midnátt

Tann mest útskeldaði parturin av halgidagslógini skal nú strikast

 

Nú skal tann mest umstríddi parturin av halgidagslógini strikast. Tað er eitt endamál við einum uppskoti, Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, nú hvur lagt fyri Løgtingið.

 

Hetta er tann tiltikna grein fimm í halgidagslógini sum avmarkar loyvið at dansa og at spæla livandi tónleik aftan á midnátt ávís kvøld. Í grein fimm í halgidagslógini, stendur: »Offentlige Forlystelser maa Aftenen før en Helligdag ikke vedvare længere end til Midnat og slet ikke finde Sted Aftenen forud for Juledag, Paaskedag og Pinsedag efter Kl.6«

 

Hendan lógargreinin hevur elvt bæði løgregluni, og teimum, sum skipa fyri dansi, stórar trupulleikar – fyri ikki um at tala øllum teimum, sum hava hug at stuttleika sær eitt kvøld upp undir ein halgidag. Av tí sama hevur tað verið eitt afturvendandi ynski at hesin parturin av halgidagslógini verður strikaður.

 

Sambært ásetingini skulu almenn tiltøk halda uppat á midnátt kvøldið fyri ein halgidag. Men hesin parturin av lógini hevur heldur ikki verið handhevjaður í longri tíð, tí aðrar reglur eru komnar í staðin fyri. Sum dømi um hetta kann nevnast, at tað er loyvt at skipa fyri dansi til klokkan fýra sunnumorgun, hóast dansurin skuldi hildið uppat á midnátt eftir grein fimm í halgidagslógini.

 

Í somu grein stendur eisini, at tað er als ikki loyvt at skipa fyri almennum tiltøkum kvøldið fyri jóladag, páskadag og hvítusunnudag. Heldur ikki hetta hevur verið hildið til fulnar í longri tíð, og bæði matstovur og skeinkingstøð hava opið hesi kvøld, eins og skipað verður fyri øðrum almennum tiltøkum.

 

Forboðið hevur einans verið handhevjað á tann hátt, at loyvt hevur ikki verið at skipa fyri dansi ella at hava livandi tónleik

 

Poul Michelsen heldur, at tað er rættast bara av avtaka hesa regluna heilt fyri at fáa samsvar ímillum lógarverkið og ta siðvenju, sum hevur verið hesi seinastu nógvu árini, tá ið talan er um almen tiltøk og afturlatingartíðir kvøldið fyri ein heiligdag. Hann leggur afturat, at tað er í samráð við Mentamálaráðið at hetta verður gjørt, og at aðrar broytingar verða ikki gjørdar í halgidagslógini.