Nú skulu reglurnar um at útflyta vápn av landinum í Føroyum, broytast.
Tað er ætlanin við einum uppskoti, Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fer at leggja fyri Løgtingið í næstum.
Hann sigur, at tað hevur stóran týdning at hava reglur um at flyta vápn av landinum. Talan er fyrst og fremst um ein trygdarspurning, tí tað er neyðugt at tað er greitt, hvør flytur vápn av landinum – og nær tey gera tað.
Vit hava eisini reglur fyri slíkum. Men samstundis hava myndugleikarnir fingið at vita, at tá ið skjúttar skulu av landinum við vápnum, til kappingar ella venjingar, er tað lættari at sleppa inn í eitt land við vápnum, tá ið tey kunnu vísa á, at vápnini eru lógliga er flutt úr Føroyum.
Hinvegin hava tey, sum fáast við skotítrótt av ymsum slagi, leingi víst á, at tað er tvørligt at tey mugu søkja um loyvi, hvørja ferð, teir skulu av landinum.
Tí er eisini ætlanin, at tey, sum fáast við skotítrótt av ymsum slagi, skulu nú kunna fáa eitt vápnapass, sum er galdandi í eitt ár, ella okkurt har á leið.
Hetta fer bæði at gera tað lættari hjá ítróttarfólkum og hjá myndugleikunum, sigur løgmaður.