Nú skað tað verða nógv lættari frá familjum í Havn við smábørnum at fáa ansingarpláss til børnini.
Tórshavnar býráð hevur samtykt at talgilda bíðilistan til at fáa børn í dagstovn.
Sostatt kunnu foreldur sjálvi bíleggja stovnspláss børnini, og taka av einum stovnsplássi, alt á telduni.
Tað skal eisini bera til at skriva seg upp á tí stovninum, har tey helst vilja hava børnini og á telduni skal tað eisini bera til at síggja, um, ella nær, pláss er til taks á hvørjum stovni sær.
Býráðslimir í Havn siga, at hetta verður ikki bara munandi lættari hjá foreldrunum, tí tað verður eisini munandi lættari hjá umsitingini.
Tað fer eisini at bera til hjá útisetum at skriva børn síni upp til dagstovnapláss, men tá er treytin, at tey kunnu vísa á, at tey fara at flyta til Havnar.
Hon heldur eisini, at tað fer at gera, at tað ber til at gagnnýta stovnsplássini betri.
Annfinn Brekkstein, býráðslimur sigur, at tað er púra greitt, at talan er um eina skilbøting og tað fer eisini at fáa avleiðingar fyri starvsfólkahópin í umsitingini hjá býráðnum.
– Ein spurningur, sum skal lýsast væl og virðiliga, er, hvussu nógv størv skulu sparast burtur í, tí tað ber ikki til at brúka pening upp á at skilbøta raksturin, uttan at taka hinar avleiðingarnar eisini, nevniliga at gera tær neyðugu sparingarnar, tí annars bara dýrkar raksturin.
Samanumtikið samtykti býráðið at brúka 200.000 krónur til at fyrireika arbeiðið og at bjóða skipanina út.