Nú skal tað vera lættari at fáa fatur á føroyskum mati. Teir flestu flokkarnir á Løgtingi taka nevniliga undir við einum uppskoti frá Poul Michelsen, landsstýrismanni, um at gera tað lættari at fáa fatur á føroyskum kjøti, og øðrum matvørum av seyði og neytum.
Í Vinnunevndini hjá Løgtinginum, sum hevur viðgjørt málið, siga umboðini fyri Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin og Nýtt Sjálvstýri, at endamálið er at tryggja, at tað verður lættari at flest øllum føroyingum at fáa fatur á føroyskum mati, og sostatt er endamaálið eisini at tryggja, at føroyska matmentanin verður ment.
Sostatt skal søla av føroyskum kjøti av seyði ella neytum, ikki longur verða avmarkað til bara at vera í durasølu, í heimablídni og á sølutorgu. Hinvegin skulu handlar og matstovur eisini sleppa at selja føroyskt kjøt, hóast dýrið ikki er slaktað á góðkendum virki, og hóðast kjøtið ikki hevur hingið í góðkendum hjallum.
Harafturat halda tet, at hetta eigur ikki bara at umfata kjøt av seyði og neyti, men eisini annan, føroyskan mat.
Tey halda eisini, at tað skal bera til at føroyingar at virka matvørur, burtur úr góðkendum útlendskum rávørum, og at selja tað í Føroyum, uttan at vera løggildir.
Poul Michelsen hevur upplýst, at tað ber væl til at orða eina kunngerð um tað, uttan at leggja tað fyri Løgtingið, og tað heitir meirilutin á hann um at gera.
Meirilutin heldur kortini, at dentur skal leggjast á sporførið, so tað altíð skal standa á matvørunum, hvør framleiðarin er, nær, og hvar vøran er framleidd, og tað skal merkjast týðiliga, at vøran ikki er framleidd ella virkað løggildum virkjum.