Nú verður tað kanska loyvt at koyra skjótari enn 80 kilometrar ímillum bygdir í Føroyum.
Løgtingið hevur halvt ferðslulógina til viðgerar og har reistu fleiri løgtingislimir spurningin um hámarksferðina, sum er galdandi.
Tað er ikki loyvt at koyra meiri enn 80 kilometrar um tíman, men fleiri politikarar halda, at tað er í so spakiliga.
Fleiri vístu á, at nú á døgum eru bilarnir góðir og samstundis eru vegirnir eisini rættiliga góðir
Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, heldur, at vit eiga at hava eina ferðslulóg, sum ikki provokerar bilførarar við hámarksferðini
– Tað er lítið skil í at koyra 80 kilometrar við Áir, tí har er vegurin góður, og bilarnir eru góðir. Tá ið tað bara er loyvt at koyra 80, fáa bilførarir næstan ikki brúkt hægsta gir, heldur hann.
Ti heldur hann, at vit eiga at umhugsa at seta hámarksferðina upp í 90, men bara á úrvaldum vegastrekkjum.
Les eisini: Tað skal verða loyvt at koyra skjótari í Føroyum
Eisini Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin heldur, at vit áttu at sett hámarksferðina upp í 90, og hann heitti á Rættarnevndina hjá Løgtinginum um at umrøða málið. Kristin Michelsen, sum er formaður í nevndini, váttaði, at hetta er ein spurningur, tey fara at umrøða.
Og Annita á Fríðriksmørk úr Tjóðveldi er eisini samd.
– Eg kann gott taka undir við, at tað verður loyvt at koyra 90 landsvegnum, tí tað gera allir bilar kortini. Hon sigur, at hetta er galdandi á Kaldbaksvegnum, men eisini aðrastaðni, har vegurin er góður og sýnið er gott.
Hinvegin staðfestir hon, at Ráðið Fyri Ferðslutrygd hevur ført fram, at verður hámarksferðin sett upp í 90, fara bilførarar bara at koyra 100 ístaðin fyri.
Les eisini: Ferðslutrygd: Óhappini gerast álvarsamari
Henrik Old, sum er landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, hann hevur lyndi til at taka undir við teimum, sum vilja hækka hámarksferðina. á ávísum vegastrekkjum
Men ásannar, at ein vandi við tí er, at so fer ferðin bara eitt hakk upp eftir afturat.
Hinvegin heldur uann, at ein máti at forða tí kann so vera at herða revsinginga fyri at koyra ov skjótt.
Les eisini: Vegirnir eru ikki gjørdir til 90 km um tíman