Nú verður ákæra reist

Maður ákærdur fyri eldáseting

Nú verður ákæra reist ímóti manninum, sum hevur sitið varðhaldsfonglaður fyri eldáseting í matstovuni Marco Polo og fyri at hava fingið annan at seta eld á í Skáanum í Havn. Varðhaldsfongslingin hevur verið longd nakrar ferðir, meðan mental- og persónskanningar eru farnar fram.

- Hesar eru nú lidnar og og málið er latið fútanum, sum skrivar ákæruritið, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini á Politigarðinum.

Málið kemur fyri í rættinum mánadagin 18. januar 1999