Nú verður Johan neyvan tikin

Svenski IM arin legði seg greitt á odda, tá ið hann vann á Hans Kristiani, meðan Heini tapti móti Helga, sum í sjeynda umfarinum fyri fyrstu ferð fekk fult

TALV

Nú verður altjóða talvkappingin, Klaksvík International, í Leikalund í Klaksvík skjótt liðug. Áttanda umfarið er á skránni hósdagin klokkan 17. Fríggjadagin klokkan 14 verður 9. umfarið, og klokkan 11 fyrrapartin leygardagin er 10. og seinasta umfarið á skránni.
Eftir sjeynda umfarið bendir alt á, at tað verður svenski IM'arin Johan Eriksson, sum fer at vinna og vánirnar fyri, at tað skal eydnast nøkrum av teimum trimum føroyingunum at røkka einum IM normi, eru einki serligar.
Í 7. umfari var einki spart. Talan var um álopstalv. Allir vildu hava fulla úrtøku, og tað bar við sær, at einki talv endaði javnt.
Johan Eriksson vann eftir 28 leikir á Hans Kristiani Simonsen, sum hevði hvíta fólkið. Tá ið teir møttust í 2. umfari, varð tað roknað sum gott úrslit, at Hans Kristian við hvíta fólkinum megnaði remis móti stinna svianum.
Helgi Dam Ziska hevði mikudagin hvítt móti Heina Olsen. Fyri fyrstu ferð í hesi kappingini eydnaðist tað Helga at fáa fulla úrtøku. Teir totaðust í 61 leikir, áðrenn Helgi hevði vunnið. Í 2. umfari vann Heini á Helga. Við sigrinum tvífaldaði Helgi um sína úrtøku, og tað kann væl vera, at tað nú fer at eydnast honum at sleppa av aftasta plássinum. Talvið fríggjadagin móti danska Jens Ove Fries-Nielsen verður rættuliga avgerandi.
IM Eirik Gullaksen vann við hvíta fólkinum eftir 46 leikir á Jens Ove Fries-Nielsen, sum ikki hevur havt hepnið við sær í hesi kappingini. Tá ið teir hittust í 2. umfari, endaði talvið remis.
Undan triði síðsta umfarinum var svenski Johan Eriksson hálvt annað stig frammanfyri teir næstu. Tí skal tað vilja meiri enn illa til hjá Johan Eriksson, sum hevur verið rættuliga sannførandi, um hann ikki væl og virðiliga skal gerast vinnari.
Støðan undan trimum teimum seinastu umførunum er henda: 1. IM Johan Eriksson 5,5 stig, 2. Hans Kristian Simonsen 4,0 stig, 3. FM Heini Olsen 3,5 stig, 4. IM Erik Gullaksen 3,5 stig, 5. IM Jens Ove Fries-Nielsen 2,5 stig og 6. Helgi Dam Ziska 2,0 stig.
Í seinastu umførunum er skráin henda. 8. umfar hóskvøldið kl. 17: IM Eirik Gullaksen-Helgi Dam Ziska, FM Heini Olsen-Hans Kristian Simonsen og Jens Ove Fries-Nielsen-IM Johan Eriksson. 9. umfar fríggjadagin klokkan 14: IM Johan Eriksson-FM Heini Olsen, Hans Kristian Simonsen-IM Erik Gullaksen og Jens Ove Fries-Nielsen. Leygardagin klokkan 11: Helgi Dam Ziska-Hans Kristian Simonsen, IM Eirik Gullaksen-IM Johan Eriksson og FM Heini Olsen-IM Jens Ove Fries-Nielsen.