Nú verður ikki spart meir

­ Sparingarnar í Heimarøktini hava ikki rakt øll øki í landinum líka meint, men stovnurin hevur verið noyddur at tátta í, fyri at fáa játtanina at halda, sigur leiðarin

Heimarøktin hevur verið í trongstøðu av seinastu sparingunum, men nú er útlit til, at nóg mikið er táttað í. Eitt varisligt meta á stovninum vísir, at brúkarnir ikki skulu vera bangnir fyri at tænastan minkar meira.

Tað sigur Erna Háberg, leiðari í Heimarøktini.

­ Tað er kortini ikki heilt rætt, tá Heimahjálparafelagið sigur, at sparingarnar hava rakt skipanina sum heild, tó at nøkur øki hava serliga merkt sparingarnar, sigur Erna Háberg.

Umframt tað hevur ørkymlað brúkarar í Eysturoy, at eitt bræv av misgávum varð sent út, sum upplýsti, at øll reingerð fór at verða tikin burtur. Hetta brævið er ikki galdandi.

­ Av tí at tað eydnaðist at fáa eina eykajáttan, varð brævið tikið aftur, men áðrenn vit høvdu gjørt vart við tað, var tað sent brúkarnumt í Eysturoynni. Vit hava kortini innanhýsis upplýst brúkarunum um hetta, men tað ørkymlar kortini, sigur Erna Háberg.

­ Sparingarnar eru gjørdar á tann hátt, at veitingarnar skulu verða eins um alt landið. Tað merkir, at onkunstaðni er veitingin minkað, fyri at koma á hædd við tað, sum galdandi aðrastaðni.

­ Merkir tað,at brúkarar hava fingið ov góða tænastu higartil?

­ Als ikki. Eingin hevur fingið meir enn neyðugt, men av tí at játtanin, sum vit bóðu um í fjør, varð so nógv minni enn tað vit fingu, hevur tað verið neyðugt staðiliga at tátta í, sigur Erna Háberg.

Heimarøktin arbeiðir eftir kunngerð sum sigur, at hjálpin skal veitast eftir tørvi, eins og eitt av endamálunumvið Heimarøktini er, at tænastan skal verða jøvn kring um landið. Játtanin er 62,3 mió. krónur.

­ Tað eru kortini øgeliga nógv heim - eini 1200 heim fáa vitjan, umframt tey, sum fáa sjúkrarøkt, sigur Edna Háberg.

Í juli mánað varð sagt,at sparningar í Heimarøktini ikki skuldu raka tænastuni, men bert í umsitingini. Er umsitingin óneyðuga stór?

­ Ein trupulleiki í umsitingini hevur verið, at tá Heimahjálparskipanin og Heimasjúkrarøktin vóru samanløgd í 1996, fingu vit ikki pening til umfevnandi broytingarnar í stovninum.

­ Samanleggingin er ein stór broytingarprosess, sum krevur, at vit fáa frið at skipa arbeiðið. Eitt nú hava vit stovnað bólkarøkt, sum t.d. í Havn eru í fýra bólkum. Hesir hittast hvønn morgun at leggja arbeiðið til rættis fyri dagin.

­ Hugskotið at hava bólkarøkt er sera væleydnað, men tað tekur tíð at fáa arbeiðið samskipað, og krevur nógvan pening, tá talan er um umlegging av arbeiðsgongd hjá umleið 400 starvsfólkum, sigur Erna Háberg.

­ Í januar 1997 byrjaði bólkarøktin á Tvøroyri, og síðani eru fleiri øki í landinum tikin við í skipanina. Eftir hvat skilst av somu royndum t.d. í Danmark, tekur tað tvey ár at samskipað slíkt arbeiði, sigur leiðarin av Heimarøktini, sum nú bert vónar a stovnurin fær arbeiðsfrið.