Nú verður hon tikin í nýtslu

Nú er bíðitíðin av. Í morgin verður vatnbreytin tikin í nýtslu.

Í morgin verður nýggja 72 metur langa vatnbreytin í svimjihøllini í Gundadali tikin í nýtslu.

 

Í morgin hósdagin 1. juni kl. 15.45 verður móttøka í sambandi við at vatnbreytin verður tikin í nýtslu. Gunvør Balle, varaborgarstjóri og forkvinna kemur at røða og eftir tað bjóðar Svimjihøllin kaffi og køkur.

 

Vatnbreytin er opin og tøk at brúka somu tíðir sum Svimjihøllin er opin. Vegleiðandi aldursmark er 6 ár. Svimjihøllin vónar at fólk fara at taka væl ímóti nýggja og spennandi tilboðnum. Harumframt letur eisini upp ein nýggj spennandi vatnbreyt til minnu børnini.

 

Vatnbreytin er av slíkum slag, at tá ein ekur gjøgnum hana, kann ein velja ljós og ljóð á breytini.

 

Uttan iva verður hon til gleði fyri mong.