Nú verður HM-finalan

Klokkan 16.15 byrjar HM-finalan í manshondbólti í Barcelona millum vertslandið Spania og Danmark.

 

Teir flestu donsku viðmerkjararnir vænta, at danir fara at vinna finaluna. Teir siga, at eydnast tað dønum at steðga tí krútseerka spanska strikuspælaranum Julen Aguinagalde, er tað eitt stórt stig á leiðini ímóti sigri, tí hann hevur stóran týdning fyri tað spanska liðið. Harafturat hava danir ein fyrimun í teimum skjótu mótálopunum og tí góða vongspælinum.

 

Samstundis vísa danir á, at tá tey bæði londini hava spælt ímóti hvør øðrum í stórum kappingum tey seinnu árini, hava danir verið omaná.

 

Dysturin í Barcelona byrjar kl. 16.15 og verður sendur á bæði DR1 og TV2.

 

Dómararnir í finaluni eru úr Slovenia.