Nú verður HB meistari

Jógvan Martin Olsen ásannar, at hansara lið ikki spældi upp til sítt besta ímóti HB, sum hevði fleiri streingir at spæla uppá

NSÍ?HB

Jógvan Martin Olsen og hansara menn hava seinastu vikurnar verið ovast á støðutalvuni. Tað eru teir ikki eftir fimtanda umfarið. 2?0 tapið ímóti HB ber við sær, at NSÍ er á triðja plássinum. HB hevur bestu kortini á hondini, og NSÍ venjarin sigur seg ikki duga at ímynda sær, at HB fer at sleppa takinum.
? Eg havi alla virðing fyri EB/Streymi, Skála og TB, men tað er einki, sum bendir á, at nakað av hesum liðunum fer at gera nakað við HB. Vit mugu ásanna, at tá tað ráddi mest um, vóru vit ikki nóg sannførandi, staðfestir NSÍ venjarin.
Tað var ein dyggur smeitur, at tit ikki høvdu Ulrik Balling og Sonna L. Petersen við?
? Avgjørt. Tað var sera harmuligt, men soleiðis eru treytirnar. Okkara royndu at gera teirra besta, men vit mugu bara staðfesta, at spælið var ikki tað, sum vit hava víst í nógvum av hinum dystunum.
Nær vart tú greiður yvir, at tað ikki fór at eydnast tykkum í hvussu so er at røkka javnleikinum, sum hevði verið so týdningarmikil?
? Vit høvdu gott trýst á teimum í 1. hálvleiki, men vit megnaðu ikki at spæla okkum til upplagdar møguleikar. Fyrra málið hjá teimum eiga teir ikki at sleppa at skora. Í steðginum avráddu vit at halda fram, sum vit høvdu gjørt og so at leggja alt meiri í álopspartin. Tá Ulrik Balling og Sonni L. Petersen vóru burturfrá, kom tað illa við, at Kári Hansen noyddist av vøllinum. Hann vandi ikki í vikuni. Hann var førur fyri at spæla, men sjálvandi var tað ikki optimalt, tá hann ikki var við í fyrireikingunum, sum hinir vóru tað.
Og hvat sigur tú um HB liðið?
? Serliga í 2. hálvleiki sást , at teir høvdu fleiri streingir at spæla uppá, enn vit høvdu. Teir fingu fatur á fótbóltsspælinum, og teir vunnu nærdystirnar. Vit trúðu alla tíðina uppá, at tað kanska fór at eydnast í deyðbóltsstøðu at skora mál og harvið at fáa javnleik, men tað gjørdi tað ikki.