Nú verður hann liggjandi

Skiparin á sjórænaratrolaranum Nemanskiy fekk í gjár 50.000 norskar krónur í bót fyri fleiri brot á altjóða siglingarreglur og fyri at vera rýmdur úr norksari havn, eftir at skip hansara var tikið

Norsku fjølmiðlarnir siga, at reiðaríið og skiparin skylda nú norskum myndugleikum og umboðsmonnum umleið 120.000 krónur. Tað verður ikki hildið serliga sannlíkt, at pengarnir verða goldnir, og tí verður helst Nemanskiy liggjandi í Noregi hesaferð.