Eitt brúgvalag yvir Føroyum gevur okkum regn og vind og seinni kaldari luft eitt skifti. Í nátt fer ein hitabrúgv framvið okkum av útsynningi, men hósdagin fer køld luft aftur at streyma inn yvir Føroyar av norðri, við ælum, sum sum frá líður møguliga verða vátaslettings- ella kavaæl.
Veðrið í dag
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum út á dagin makar í lot til andøvsgul, fyri tað mesta av norðri, 2 til 7 m7s. Fyrrapartin onkrir sólglottar og yvirhøvur turt, men seinnapartin meiri skýggjað og regn av og á. Hitin millum 5 og 10 stig. Í kvøld lot av ymsum ættum, undir 3 m/s, sum í nátt veksur í gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn av og á og hitin millum 7 og 10 stig.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, sum fer í ein útsynning og vestan og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og sirm og hitin um 10 stig. Um kvøldið framvegis stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, men um náttina minkar hann vindin. Yvirhøvur skýggjað og sum frá líður yvirhøvur turt. Hitin millum 5 og 8 stig.
Hósdagin
Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sum lækkar í ein norðan og um náttina øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, Stundum sólglottar, men eisini ælaveður, um náttina møguliga heglingur ella vátaslettingur. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina úr frostmarkinum upp í 5 stig.
Fríggjadagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, í støðum heglingur og vátaslettingur. Hitin millum 2 og 7 stig.
Leygardagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s, sum sum frá líður makar í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Samdrigið og ælaveður, í støðum vátaslettingur og heglingur, men sum frá líður yvirhøvur turt. Hitin millum 2 og 7 stig, um náttina frost.
Sunnudagin
Lot til andøvsgul av norðri, 2 til 7 m/s, sum snarar í ein eystan og landsynning og veksur vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin millum 2 og 7 stig.