Væntandi fer WHO, sum er heilsustovnurin hjá ST, fyrsta dagin at linka tilbúgvingina, sum varð sett heilt upp á hægsta skala, tá ið H1N1 krími, eisini nevnt svínakrím, fór at gera um seg av álvara í fjør. Í gjár segði nýggi stjórin í WHO í Evropa, Zsuzsanna Jakab, við EurActiv, at tilbúgvingin, sum hevur verið á hægsta stigi, verður væntandi lækkað longu síðst í hesum mánaðinum.
Á einum skala frá 1 til 6 hevur H1N1-tilbúgvingin verið á hægsta støði, altso á 6, í meiri enn eitt ár síðani í juni í fjør.
Tað var fyrstu ferð, at tað hendi í yvir 40 ár, síðani tiltikna Hong-Kong krími gekk síðst í sekstiárunum.
Men H1N1 farsóttin varð ongantíð so álvarslig, sum fryktandi varð fyri og nú verður tilbúgving so lækkað.
Í Evropa verða næstan ongir nýggir tilburðir skrásettir longur, men á syðru jarðarhálvu gongur H1N1 enn.
- Farsóttin gongur enn, men tað verður ikki mett at hava tilbúgvingina á hægsta stigi longur, sigur hon.