Nú verður grivið út

Stórur handilsbygningur verðu skjótt reistur í miðbýnum í Vági


Arni Brattaberg og onnur eru ú farin undir stóran handilsbygning í miðbýnum í Vági.

Í løtuni verður grivið út fyri bygninginum.


Torg

Niðara hæddin verður 720 fermetrar og harav verða 600 fermetrar settir av til matvøruhandil, meðan eitt torg eisini verður, har skipast kann fyri tiltøkum. Eisini verður ein leigari í niðaru hæddini.

Ovara hæddin verður 360 fermetrar og har verður leigað út. Enn er onki avgjørt, men Arni metir, at hóskandi er við tveimum stórum handlum í ovaru hæddini.


Á jóansøku

Útgrevsturin er nærum liðugur. Byggilioyvið verður væntandi fyri á fundi, tá býráðið í Vági í næstum hevur fund,

- Málið er, at liðugt er á jóansøku komandi ár, men kanska verður tað longu í vár, tí tað tekur einar 8 til 9 mánaðir at byggja slíkan bygning og væntandi verður byrjað í september, sigur Arni Brattaberg.

Tað eru Arni Brattaberg og Rakul Borg, ið standa á odda fyri verkætlanini. Tey reka frammanundan handil í Vági og eru limir í Merco.

Hvussu verður framyvir við limaskapi í nakrari handilsketu er ongin avtala gjørd um, sigur Arni Brattaberg.

Við í verkætlanini eru eisini Kveiking, sum er íløgufelag hjá Suðuroyar Sparikassa, ið egur ein triðing, og eisini er Stuðulsgrunnurin fyri Suðuroyar Sunnaru Helvt við í ætlanini.