Arbeiðið upp á heimið fyri minnisveik í Vallalíð í Havn er farið í gongd, og nú verður arbeitt til, liðugt er, sigur borgarstjórin.
Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, sigur, at nú farið er í gongd, er tað eftir tí seinna byggiloyvinum, sum givið varð, og nú verður miðað eftir, at búfólkini kunnu flyta inn um ársskiftið.
Málið er drigið óneyðugt út, og øll tann viðgerð, hetta hevur fingið, hevur seinkað byggingini og dýrkað hana við umleið einari millión,sigur borgarstjórin.
Hann dylur ikki fyri, at hann heldur alt hetta málið hava fingið eina óneyðuga og órímiliga tvørliga viðgerð.
Málið hevur verið tils o nógvar hoyringar sum einki annað slíkt mál í landinum yvirhøvur. Og tá saman um kemur, hevur býráðið havt rætt í øllum sínum metingum, sigur borgarstjórin. Seinast hevur býráðið fingið viðhald frá Oljumálaráðnum. So nú verður ikki vent aftur.
Jan Christansen sigur, at av 176 byggimálum, sum Tórshavnar Kommuna hevði í fjør, eru10 kærd. Og í øllum førunum hevur kommunan fingið viðhald í, at rætt er farið fram eftir teimum fyriskrivaðu reglunum.