Nú verður fyrsti felagstúrurin

Leygardagin fer nýggja liðið hjá Team Rynkeby Føroyum at súkkla sín fyrsta felagstúr

Leygardagin fer nýggja liðið hjá Team Rynkeby Føroyum at súkkla sín fyrsta felagstúr. Súkklað verður av Strondum til Søldarfjør, síðani til Selataðar og aftur til Strendur. Byrjað verður at súkklað klokkan 10. Teinurin er góðar 60 kilometrar. Hetta er sættu ferð, at Team Rynkeby Føroyar fer at súkkla til París. 

 

Les eisini: Gulu súkklurnar eru komnar

 

Team Rynkeby Føroyar skipar í næstum fyri árliga galladøgurðanum, sum verður á Hotel Føroyum 16. feburar. Allur peningurin, ið kemur inn fer óskerdur til børn við krabbameini, hjarta- ella lungasjúku og familjur teirra.

 

Borðreitt verður við fýra rættum og drykkjuvørum afturvið, og eisini verða fleiri tónleikaframførslur og annað undirhald á skránni. Á skránni verða framførslur frá Tórshavnar Mannskór, Danny & The Veetos, Jórunn Gudmundsen, Pipar & Salt, KATA, Benjamin Petersen, Kalas og Klassiskt Miðnám. Borðstjóri verður Rudolf Joensen. Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni hjá Hotel Føroyum.