Nú verður Frits í Focus

Fríggjadagin letur framsýning við verkum hjá Frits Johannesen upp í Galerie Focus í Havn. Johan Hentze fer at blása horn, tá ið framsýningin letur upp.

Frits Johannesen hevur arbeitt sum lærari í fólkaskúlanum og verið kórleiðari í mong ár. Hann hevur sýnt fram á málningaframsýningum síðan 1969 í Føroyum, Danmark, Norra og Svøríki. Hann hevur listprýtt nógvar bygningar – eitt nú Mentanarhúsið í Fuglafirði. Bønhúsið á Hellunum og Hvalvíkar skúla.

Framsýningin við verkum hjá Frits Johannesen í Galerie Focus er opin til 21. september.