Ein streymur av lýggjari luft kemur av suðri. Komandi dagarnar fara brúgvaløg og eitt lágtrýst á veg í ein landnyrðing at vera liggjandi beint vestan fyri okkum. Sunnudagin fer ein veikur hátrýstsryggur av útnyrðingi framvið og síðani koma nýggj lágtrýst og brúgvaløg inn yvir Føroyar av útsynningi.
Í dag
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið í hvirlunum, 18 m/s. Onkrir sólglottar. Í kvøld og í nátt andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og í nátt regn í støðum. Hitin millum 6 og 9 stig.
Í morgin
Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s, sum eitt skifti makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Um náttina øtlar hann aftur vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað, men seinnapartin sólglottar. Hitin millum 4 og 8 stig.
Leygardagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri 10 til 15 m/s, sum makar niður í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Um náttina snarar hann í ein útnyrðing. Yvirhøvur skýggjað og regn ella æalveður, men um kvøldið klárar í eitt skifti. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 1 og 4 stig.
Sunnudagin
Andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 7 til 13 m/s, sum makar vindin í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Um náttina lækkar hann í ein eystan og landnyrðing. Samdrigið og út á dagin okkurt æl, seinni yvirhøvur turt. Hitin um dagin millum 1 og 3 stig, um náttina millum 2 kuldastig og 2 hitastig.
Mánadagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri og landsynningi, 10 til 15 m/s. Um kvøldið makar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn av og á, um náttina regn. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig, seinni upp í 5 til 9 hitastig.
Týsdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn, men seinnapartin samdrigið og ælaveður. Hitin millum 6 og 9 stig, seinni niður í 4 stig.









