Í hesari vikuni verður kappast um føroyska meistaraheitið í súkkling, og kappast verður um trý meistaraheiti, nevniliga Býarkoyring, Einkultstartur og Landavegsúkkling. Hetta eru somu kappingar sum kappast verður á á Oyggjaleikum, skrivar Tórshavnar Súkklufelag.
Kappast verður í døgunum frá 4. til 6. oktobur. Hóskvøldið verður kappast í Býarkoyring, og kappast verður í hjartanum av Havnini. Friggjadagin verður kappast í Einkultstarti, har málið er á Sornfelli, og leygarmorgun verður kappast í Landavegsúkkling. Her er málið við bilasøluna hjá Wenzel.
Torkil er við
Flest øllum kunnugt er Torkil Veyhe okkara sterkasti súkklari. Torkil gjørdist trífaldur FM vinnari í fjør, og er tí favorittur til at gerast føroyameistari aftur í ár. Torkil verður við aftur í ár, men hóskvøldið luttekur hann ikki, tí er meiri spennandi um hvør verður FM vinnari í býarkoyring 2018.
Dávur Magnussen luttók eisini í fjør, men formurin tá var langt frá hvat hann er í dag. Dávur koyrur í bestu donsku deildini, og er tí eitt gott boð uppá ein vinnara. Helgi Winther Olsen var væl koyrandi til Býarkoyringina í fjør. Tað hevði heilt vist blivið til eitt silvur til hann um hann ikki punkteraði.
Eisini Helgi Winther Olsen telist millum sterkastu súkklararnar í Føroyum, og eisini hann er eitt gott boð uppá ein FM vinnara í Býarkoyring, ella Criterium. Vit kenna flest øll Helga frá fimleiki og fjallasúkkling, men Helgi hevur ambitiónir um at vinna sær pláss á føroyska súkklulandsliðnum, ið skal luttaka á Oyggjaleikum komandi summar. Slagið hóskvøldið fer tí at standa millum Helga og Dávur, skrivar Tórshavnar Súkklufelag.
Býarkoyring:
FM kappingin í Kriterium verður hildin í miðbýnum í Tórshavn hóskvøldið 4. oktobur. Kappinging fer fram á einum 0,6km stuttum ringi við 24hm í hjartanum av Havnini, og hevur bæði sving og brekkur í sær. Tey ið luttóku í fjør eru øll samd um, at hetta er ein serstakur kjansur at súkkla mitt í Havnini.
Einkultstartur:
FM kappingin í einkultstarti er aftur í ár nakað heilt fyri seg. Súkklað verður frá Effostøðini í Kollafjarðadali niðan á Sornfelli. Hetta verður fríggjakvøldið 5. oktobur. Teinurin er kendur frá Top Run og er teinurin 9,5km langur, og mátar 600 hæddarmetrar.
Vinnarar í fjør vóru ávikavist Birita Poulsen og Torkil Veyhe. Hesi eru favorittar at vinna einkultstartin aftur í ár, men aðrir stóðu seg væl í fjør og aðir hava ment seg nógv síðan í fjør. Vit kunnu aftur nevna Dávur, men eisini Jan Hjaltalin hevur vant miðvíst fram móti FM kappingunum í ár. Jan gjørdist nummar fýra í fjør, bert 1 sekund eftir bronsuvinnaran. Jan er stinnur tá tað gongur uppeftir, og rutan fríggjadagin er ein long mótbrekka, ein 10 km long mótbrekka – akkurát nakað fyri ein, ið dámar væl at kappast í fjøllum.
Landavegssúkkling:
FM kappingin í Landavegsúkkling verður í ár hildin á Streymoynni. Í fjør bleiv kappast í Eysturoynni, tá súkklað varð kring Agnið. Ætlanin var at koyra sama tein í ár, men vegna vegarbeiði á Toftum er kappingin flutt. Ístaðin verður nú koyrt á teininum millum Akranesgøtu í Havn og Gomlurætt.
Í fjør gjørdust Birita og Torkil FM vinnarar. Hjá monnum er Torkil favorittur, men spennandi veður um Dávur Magnussen og Helgi Winther Olsen megna at geva Torkil kapping – til strikuna.
Startur og mál:
Teinur: Wenzel – Millum Horna – Velbastaðvegur - Gamlarætt – Velbastaðvegur – Marknagilsvegur – Gamli Velbastaðvegur – Akranesgøta