Kappkoyring: Føroyameistarakappingin í GoKart fyri virkir byrjar fríggjadagin 11. mai. Talan er um kappingina Føroya Tele Cup, sum verður um vikuskiftini 11.-13. mai og 25.- 27. mai. Tað er AD-Import í Havn, ið skipar fyri kappingini, sum verður á økinum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Eisini verður kapping millum MC-feløgini í Føroyum.
Kappingin verður skipað við einum innleiðandi umfari og síðan eini kapping um meistaraheitið. Eins og í fjør verður skipað fyri Mini LeMans koyring. Hetta er ein kapping, sum varar í fýra tímar, og tað toymið, sum hevur koyrt flest rundir teir fýra tímarnar, hevur vunnið.