Enn er alt ikki komið í rættlag, verri enn so, men út á náttina klárnaði so mikið í Vágum, at fyrstu flogføri i, sum vóru seinkað av veðri, lendu í Vágum nakað eftir midnátt.
Tað fyrsta flogfarið lendi klokkan 01.40, og tað næsta klokkan 2.36, og tey vóru send avstað aftur klokkan 03 í nátt.
Morgunflogfarið úr Keypmannahavn er komið, og tá dagurin í dag er farin afturum, eru 11 flogfør lend í Vágum, og 11 eru farin.
Tí er ein vón um, at flogferðslan kemur upp á pláss aftur í dag.










