Nú verður finalan

Hondbóltur: Leygardagin kl.13 stendur slagið í Beograd. Føroyska U23-landsliðið spælir finalu í Challenge Trophy ímóti Moldova.

Í gjár fór føroyska ferðalagið til Danmarkar, har teir teir yvirnáttaðu í eina nátt og í dag flugu víðari til Beograd í Serbia. Í morgin kl.13 spæla teir finaluna í Challenge Cup-kappingini ímóti Moldova.

Allir eru klárir
Í vikuni bardist málverjin Bartal T. Kamban, sum eisini er málmaður hjá A-landsliðnum, við ein skaða. Leingi sá út til, at hann ikki náddist at gerast klárur til finaluna, og hevði landsliðsvenjararnir sent boð eftir Mikkjali Hansen sum avloysara. Stutt undan fráferðini gjørdist tó greitt, at Bartal T. Kamban er klárur hóast alt. Serfrøðingar kannaðu hann og staðfestu, at hann er fit for fight og er harvið við í ferðalagnum.

Venjarar hjá liðnum eru Dia Midjord og Kári Nielsen. Teir 14, ið manna liðið í finaluni, eru:

Bartal T. Kamban
Neistin
Hanus Andrias Kristiansen, málverji
H71
Rógvi Sørensen
H71
Dánjal Tórgarð
H71
Rúni V. Højgaard
H71
Sigmundur Dahl
H71
Jóhan á Plógv Hansen
Skanderborg
Andrias Nielsen
KÍF
Niklas Reginsson
KÍF
Ási Dam
KÍF
Hans Eli Sigurðbjørnson
KÍF
Tony Weyhe
KÍF
Joen Pauli Høgnesen
VÍF
Bjarti Hansen
VÍF