Nú verður farið undir slóðbrótandi íbúðarbygging í Fuglafirði

Tey eldru fáa framíhjárætt til nakrar av íbúðunum

Farið verður nú til verka við at byggja 18 nýggjar leiguíbúðir í Fuglafirði. Íbúðirnar verður bygdar á Toftanesvegi á einum stykki, sum kommunan eigur á Toftavegi, sigur Fuglafjarðar kommuna í einum tíðindaskrivi í dag.

Talan er um íbúðir við trimum ella fýra rúmum, og eru tær góðar 90 fermetrar til støddar hvør. Góð atkomuviðurskifti verða til allar íbúðirnar, eisini hjá rørðslutarnaðum.

##med2##

Eitt, sum er semerkt við hesi íbúðarbyggingini, er, at tey, sum eru yvir 60 ár, fáa framíhjárætt í minsta lagi seks ella sjey av íbúðunum, sum allar koma at hava altan og gott útsýni yvir Fuglafjørð.

Avtala er gjørd millum Fuglafjarðar kommunu og P/F Toftanes, har Eyðfinn Reyðberg er stjóri, um at keypa grundstykki til íbúðirnar og arbeiðið at standa fyri útgrevstri verður nú boðið út.

– Farið verður undir arbeiðið beinanvegin, og íbúðirnar verður klárar at flyta inn í einaferð í 2022. Hinvegin kunnu avtalur um leigumál verða gjørdar longu nú, sigur kommunan.