Nú verður farið undir endaspurtin

Í øllum sjey róðrunum er stórur spenningur um úrslitið í Vestmanna, og kappingin um FM heitið er opin í øllum róðrunum

Eingin kappróður var á skránni síðsta vikuskifti. Í morgin verður fimta FM kappingin, um eina viku verður kappróður í Sandavági, og so verður bara Ólavsøkan eftir. Endaspurturin av róðrarárinum verður bara á túsund metrum.
                      Vestmenningar eru fyriskiparar hesa ferð. Tað eru teir annað hvørt ár. Hini árini eru tað tey á Skála og tey á Strondum, sum skipa fyri aðru hvørja ferð. Skipanin hevur verið galdandi síðani 2004. Frammanundan vóru vestmenningar partar av Vestanstevnu. Tá skipaðu teir fyri kappróðri fjórða hvørt ár. Hini árini var kappróður í Sandavági, Miðvági og Sørvági.
                      Í 2000 vann Vestmenningur kappingina millum 10-mannaførini í heimasjógvi. Hetta var fyrsta og einasta ferðin, at Vestmenningur hevur vunnið í Vestmanna, síðani tað í 1973 varð farið at kappast um FM eftir tí leisti, sum síðani hevur verið galdandi.
                      Nólsoyingur vann í Vestmanna í 2004. Bæði Vestmenningur og Nólsoyingur fara at halda í fasta startin í Vestmanna í morgin, men úrslitini í fýra teimum fyrstu kappingunum benda ikki á, at annar av hesum bátunum fer at vinna í morgin.
                      Kappingin fer ivaleyst at standa millum Klaksvíking og Eysturoying. Keðiliga hendingin á Skálafjørðinum tykist tíbetur at vera farin aftur við borðinum. Eysturoyingur er uppsettur at endurtaka góða úrslitið frá Jóansøkuni, og teir umborð á Klaksvíkingi ætla sær ikki at víkja. Málið hjá teimum er at vinna FM, og tað vilja teir ógvuliga fegnir fáa fatur í uttan hjálp av stigamissinum, sum Eysturoyingi var fyri í heimasjógvi.
                      Vestmenningur átti á Jóansøku besta úrslitið higartil í ár. Spurningurin er nú, um talan verður um nýggja framgongd í morgin í heimasjógvi.
 
Havfrúgvin er størsta vónin
Størstu vónina til sigur og steyp og skreyt seta tey í Vestmanna til genturnar umborð á Havfrúnni. Fyri tveimum vikum síðani vunnu tær á Jóansøku. Kappingin við Blik og Frúnna, sum høvdu vunnið undanfarnu ferðirnar, var ógvuliga tøtt. Tað var hon eisini við Drekan og Hvassa. Kappingin er so mikið opin, at allir hesir fimm bátarnir mugu roknast at vera evni til fremsta plássið í Vestmanna.
                      Eftir at tær høvdu vunnið allar tríggjar kvinnuróðrarnar á Skálafjørðinum, vunnu tær í Vágum einki fyrsta pláss á Vágsfirði. Nógv fara í morgin úr Vágum og ígjøgnum tunnilin og til Vestmannar, har tey flestu teirra ikki hava verið nakað serligt, síðani fasta sambandið kom um sundið. Umframt genturnar umborð á Frúnni fara tey at taka á við kvinnunum umborð á Ørnini og Riddaranum.
                      Hjá Riddaranum fer størsta kappingin eftir øllum at døma at vera við Jarnbard, sum orduliga kom fyri seg aftur í Vági. Tær umborð á Riddaranum og Lómi av Argjum mugu finna seg í, at Jarnbardur nú er favorittur at vinna. Eingin ivi er um, at royndu rógvararnir umborð á Jarnbardi væl megna at bera favorittheitið.
                      Ørnin noyddist fyri tveimum vikum síðani at lúta fyri Sílinum. Tær í Havnar Róðrarfelag høvdu í trimum teimum fyrstu kappingunum verið tær næstu aftanfyri Ørnina. Tær úr Sandavági fingu vánaligan start í Vági. Nú fæst at síggja, hvussu kappingin millum hesar báðar manningarnar hesa ferð fer at spæla av, ella um t. d. Jallurin ella Ritan, sum higartil hava verið á næstu plássunum, fara at megna at toga seg heilt fram í spíssin.
 
Kvívíkingar bjóðar seg fram
Hóast 8-mannaførini ikki eru so mong, so hevur spenningurin verið stórur. Hesa ferð bjóðar Kvívíkingur seg fram fyri fyrstu ferð í ár. Hann er fyrsti báturin uttanfyri høvuðsstaðin í hesi kappingini í ár. Ørvur snýtti Knørr á Skálafjørðinum, men í Vági settu teir umborð á Knørri, sum eisini høvdu vunnið í Kollafirði og Klaksvík, alt upp á pláss aftur. Argjabáturin og Nevið Reyða hava sprellað so mikið í undanfarnu kappingum, at tað kann ikki útilokast, at hesir bátar kunnu fara at gera um seg, nú teir hava vant tvær vikur afturat.
                      Norðuri í Sundi er spenningurin framvegis ógvuliga stórur. Dreingirnir umborð á Rituni vunnu í Vági fyri triðju ferð á rað. Umframt frá Jalli, sum vann á Norðoyastevnu, mugu sundadreingir í morgin rokna við at fáa kapping frá Strípuni av Strondum. Strandingar vóru um reppið at snýta allar hinar manningarnar, tá ið teir í Vági bara vóru eina rong aftanfyri Rituna.
                      Hin stóra vónin hjá teimum norðuri í Sundi og á Viðareiði og ivaleyst øllum Norðoyggjum eru menninir umborð á Sundabátinum. Á Skálafjørðinum eydnaðist tað Sundabátinum at vinna á Sølmundi. Teir úr Runavík settu tingini upp á pláss aftur í Vági, tá ið teir vunnu við stórum skuti. Nú fáa teir í Sundi nýggjan møguleika. Úrslitini í Vági benda ikki á, at nakar annar fer at blanda seg í kappingina. Men tað skal rógvast og kappast, áðrenn stigini verða lutað út, og FM støðan verður gjørd upp.
                      Fyrsta startskotið í langa endaspurtinum í spennandi róðrarárinum verður í Vestmanna klokkan trý í morgin. Stigatalvan boðar frá, at tað er so spennandi, sum tað kann vera.