23. februar verður á fyrsta sinni val til eitt eldraráð í Klaksvík.
Hetta fyrstvalda eldraráðið skal vera ráðgevi hjá kommununi, og skal eisini fáa í lag samskifti millum teir eldru borgararnar og kommununa.
Eldraràðið skal somuleiðis kunnast um tiltøk ið hava týdning fyri tey eldru, og skal eisini virka fyri, at vitan og royndir hjá teimum eldru verða virðismett og gagnnýtt.
Valskeiðið hjá eldraráðnum í Klaksvík er fýra ár. Tað tekur við 1. mars í ár og verður sitandi til ársenda 2016.










