Nú verður eitt sindur heitari

Veðrið í dag

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi, 7 til 12 m/s, men makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Okkurt æl, antin regn, vátaslettingur ella kavi, og møguliga sólglottar. Hitin millum 2 og 5 stig, um náttina niður móti frostmarkinum í støðum.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum út á dagin øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s, um náttina í støðum upp í hvassan vind av eystri og landnyrðingi, 15 m/s. Skýggjað og stundum regn ella ælaveður, møguliga sum vátaslettingur ella kavi. Hiitn millum 1 og 5 stig.´

 

Mánadagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri og landnyrðingi, 10 til 15 m/s, um kvøldið makar hann vindin í andøvsgup ella stívt andøvsgul, 7 til 10 m/s. Skýggjað og stundum regn, møguliga vátaslettingur í støðum. Hitin millum 2 og 5 stig. Um náttina yvirhøvur turt og lutvíst klárt og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig, í støðum frost.

 

Týsdagin

Gul til stívt andøvsgul av eystri, 6 til 10 m/s, sum lækkar í landsynning og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Mest skýggjað og eitt skifti regn ella í støðum vátaslettingur. Hitin millum 2 og 5 stig.

 

Mikudagin

Hann øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Mest skýggjað og okkurt æl, um náttina regn. Hitin millum 3 og 7 stig.

 

Hósdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Fyrst skýggjað og regn, seinni klárar í og onkrir sólglottar. Hitin millum 3 og 7 stig.